Vit eru við í verkætlanini heilt frá byrjan til uppseting og tænastu. Vit samstarva eisini við sniðgevar og framleiðarar, um neyðugt er.
Fyrimunurin við einum felliáskoðarapalli
Ein fastur áskoðarapallur tekur nógv pláss og avmarkar nýtslumøguleikarnar í høllini ella salinum, men ein felliáskoðarapallur er ein týðandi partur av eini væl skipaðari ítróttahøll, konserthøll ella einum fyrilestrasali.
Við einum felliáskoðarapalli ber til, at hava nógv sitipláss uttan at avmarka nýtslumøguleikarnar í høllini ella salinum.
Ein felliáskoðarapallur kann skjótt takast fram til eitt tiltak við mongum áskoðarum, og hann kann lættliga fellast saman aftur so høllin ella salurin kann brúkast til onnur endamál.
Vit veita áskoðarapallar til staðið í samlaðum eindum. Hettar merkir, at góðskan er jøvn og góð, samstundis sum felliáskoðarapallarnir eru lættir at seta upp.