Inngangur
Tað eru 3 sløg av breytum. Poknutar, tívskinnaðar (sandwich), og gjøgnumheilar (massivar) breytir. Breytin er plaststoypt við polyuretan (polyurethane) resin og maldum gummi.
Kunstigar breytir varðveita góðskuna í mong ár, um:
- Hóskandi fótbúnaður verður brúktur á breytini, sum t.d. vanligir renniskógvar, skógvar við stuttum píkum (í mesta lagi. 6 mm), gummi- og fimleikaskógvar og onnur sløg av bleytum skóm við bleytum sóli.
- Tungar maskinur og hvøss ella hørð útgerð skal ikki nýtast, tí váðin fyri, at breytin fær skaða er ov stórur.
- Í flestum førum kann vit og skil avgerða, hvørji amboð kunnu brúkast á breytini, uttan at hon fær skaða.
Viðmælt útgerð til røkt av breytini:
- 4-hjólaður, battarírikin traktorur við breiðum dekkum við lágum trýsti.
- Ídnaðarmaskina av merkinum “Hako” el.tíl. við ásettum bleytum bustum.
- 1 meturbreiðar bustir við nálum úr plasti el. nailoni.
- Leyvsúgvari av merkinum “Billygoat” ella líknandi.
Røkt:
Kunstigar breytir vera brúktar nógvastaðni í heiminum og lúka krøvini, ið eru sett av flestu ítróttagreinum. Kunstiga flatan krevur ikki nógva røkt, heldur ikki krevur hon stórvegis fyrireiking, áðrenn nýtslu. Tó, so eru nakrar skilareglur, ið vit mæla til, so breytin altíð kann vera í besta standi:
- Sópa breytina 1 ferð um vikuna, fyri gras, smásteinar, sand, bløð, greinar, rusk frá áskoðarum o.tíl.
- Skola breytina við reinum vatni av og á. Eisini ber til at brúka vaskievni, ið ikki skúmar, áðrenn breytin verður skolað við reinum vatni. Á henda hátt verður vanlig óreinska úr luftini vaskað burtur, og breytin sær altíð rein og frísk út.
Linjumerking:
Linjumerking, litir og tílíkt skulu við hvørt merkjast av nýggjum — uml. 2-4 hvørt ár. Bitlar úr luftini, smásteinar, sandur og UV-strálur slíta merkingarnar á breytini meira enn hvat daglig nýtsla ger. Tað hevur við sær, at kantarnir á linjunum tykjast ójavnir. Ein málingablanding við polyuretan (polyurethane) kann brúkast til at merkja linjur, litir og tílíkt aftur.