Eykaarbeiði um veturin:
Tú kanst salta vøllin og brúka av-ísingarskipan (de-icing), men, eftir veturin, er neyðugt at spula vøllin væl, so saltið ikki verður liggjandi á vøllinum.
Grevur tú kava við maskinu, skal skuplan, el.tíl. vera 5 cm yvir vøllinum / teppinum. Eisini skalt tú vera varin við ikki, at samla ov nógvan kava frammanfyri maskinuna. Tað er sostatt ein vandi fyri, at graslíkið dragnar sundur, um kavin framan fyri skupluna gerst ov tungur. Vøllurin kann IKKI rættast uppaftur. Um graslíkið kann hálast saman aftur, ber møguligani til at líma hann aftur, men ofta ber tað ikki til. Í teimum førunum er neyðugt at skoyta eitt eyka petti av graslíki uppí, og tað fer at síggjast.
Tað ber til at nýta kavablásara (sneslynge), men ansa eftir, at gummifyllan ikki hvørvur við kavanum. Tað er kostnaðarmikið at fáa nýggja gummifyllu í vøllin, og tað kann einans gerast um, hitin er 5° hitastig ella hægri. Tá ið vøllinum vantar gummifyllu, kann hann fáa skaða á tann hátt at grasstráini hava lyndi at leggjast fløt.
Tá ið kavi er, er best og tryggast at avlýsa.
Sí annars leiðbeiningina niðanfyri, ella ring og spyr:
Marianne Laiderz, fartelefon: (+45) 40 75 48 01
Trine Laiderz, fartelefon: (+45) 41 29 61 43
Ásvald Simonsen, fartelefon: (+45) 26 74 54 20
Leiðbeining til røkt av 3. generatións graslíkisvølli
1.0 Fyribyrgjandi tiltøk:
Alt lívrunnið tilfar, sum t.d. leyv, greinar, mold og líknandi minkar um góðskuna á graslíkisvøllinum. Tí er tað umráðandi, at vøllurin javnan verður ruddaður. Við tíðini blandar lívrunnið tilfar seg upp í gummifylluna, og tað elvir til, at gummið missir sínar góðu eginleikar, og vøllurin harðnar.
Eisini er tað umráðandi at rudda vøllin fyri klistur, sigarettstubbum og øðrum, sum kann verða tveitt á vøllin.
Tiltøk:
- Set skógvabustir við skiftingarrúmini.
- Forbjóða royking og nýtslu av eldi á vøllinum. Forboðsskelti eiga at verða sett upp.
- Latið ikki rusk enda á vøllinum. Setið ruskspannir upp.
- Fótbúnaður við stálpíkum skal IKKI nýtast. Fótbúnaðurin skal hava fastar píkar.
- Glasbrot skal ikki á vøllin.
- Akfør, ið hava eitt hjóltrýst (hjultryk) hægri enn 0.5kg/cm2, skulu ikki á vøllin.
- Allir skaðar skulu umvælast beinavegin, so at skaðarnir ikki gerast størri.
- Etjandi evni, olja og líknandi, skal ikki brúkast á vøllinum.
- Brennievnisáfylling av útgerð, ið verður brúkt á vøllinum, skal gerast uttan fyri graslíkisvøllin.
2.0 Daglig røkt:
Rudda vøllin javnan fyri ruski og leysum lutum.
Ruskinnsavning skal verða gjørd við kusti, av tí at tað javnar gummifylluna samstundis.
Blettir upploysast við at brúka feittloysandi vaskievni, ið verður blandað við flógvum vatni. Hjálpir tað ikki, kann ein blanding við salmiakk roynast, men royn fyrst eitt lítið petti, og síggj um tað hjálpir.
Blettir úr blekki, olju, asfalti, máling ella líknandi, kunnu loysast við mineralskum terpentini. Tó skal tað ikki gerast ov títt.
Tyggigummi kann burturbeinast við at klippa tað av ella við frystispreyi, tá ið tað er harnað.
Djóraskarn kann gerast ein trupulleiki. Fyri at burturbeina tað mæla vit til eina blanding við heitum vatni og dropadrivnum (destilleraðum) ediki, blandingslutfall 1:1.
Í einstøkum førum kann illgresi vaksa úti við kantin á vøllinum. Illgresið skal ikki takast upp. Ístaðin skal tað burturbeinast við illgresistýnara — ikki ber til at brenna tað burtur, tí so smeltar graslíkið og gummifyllan.